kruseSOFTWARE
Tænastur
Vit veita tær tænastur, sum nøkta tykkara tørv. Hesar eru nakrar av teimun tænastunum vit hava góðar royndir við.
KT Ráðgeving
Vit hjálpa tykkum við øllum, sum hoyrur til KT, frá planlegging til rakstur og alt í millum, so tit kunnu fokusera upp á tað, sum er týdningarmiklast til at veita virði til tykkara kundar.
Heimasíður
Vit veita brúkara upplivingar til heimasíður, sum tykkara kundar kunnu líta á.
Progressive Web Apps
Vit veita app líknandi brúkara upplivingar, sum koyra bæði sum ein heimasíða, og sum ein app á fartelefonini hjá tykkara kundum.
Private Cloud Infrastruktur
Vit uppseta og reka smidligar on-prem private cloud infrastrukturar, til at veita eina heildar loysn til allar tykkara hardware, software og rakstrar tørvar.
Verkætlanartilgongd
Vit brúka industri standard mannagongdir til at skipa okkara verkætlanartilgongd, fyri at tit kunnu fáa tann smidleikan, tit hava brúk fyri, til at veita tað loysnuna, kundar tykkara vilja hava.
Vit brúka eina variatión av Kanban, Scrum og DevOps menningartilgongdunum. Tað inniber at vit petta uppgávuna sundir í user stories, og leggja til rættis eitt sett av user stories, sum vit loysa í einum sprint. Í endanum av hesum sprint, fáa tit so høvið til at koma við feedback, og næsta sprint verður so tillaga, so tað sum er týdningarmiklast verður arbeitt við fyrst. Vit brúka Test Driven Development (TDD), Continuous Integration (CI) / Continuous Deployment (CD), static analysis og rakstrar automatisering, fyri at tryggja eina høga góðsku.